Tasty Hoyvík fegnast um góðar afturmeldingar

- Vit vilja takka fyri hetta fyrsta árið. Góðu afturmeldingarnar, vit fáa, gera, at vit framhaldandi vilja tæna okkara viðskiftafólki á besta hátt, sigur Ben Manai.

- Umframt at fólk eru vælkomin á gátt í Hoyvík, eru tey eisini vælkomin at vitja okkara heimasíðu og okkara Facebook-vanga - eisini við navninum Tasty Hoyvík, sigur Ben Manai.

Tasty Hoyvík er hugnalig matstova á Karlamagnusarbreyt 9 í Hoyvík, og tað er Ben Manai, sum eigur matstovuna.

Í desember í fjør var eitt ár liðið, síðan Tasty Hoyvík byrjaði sítt virksemi, og eigari er sera fegin um ta undirtøku, sum matstovan higartil hevur fingið.

 

- Tað er gleðiligt, at vit síggja viðskiftafólk, sum koma aftur og aftur, og vit fegnast um góðu afturmeldingarnar, vit fáa.

Ben Manai sigur, at umframt trúgvu viðskiftafólkini, síggja tey eisini javnan nýggj andlit, sum koma at eta ella keypa heim við frá Tasty Hoyvík.

 

- Vit vilja gjarna takka fyri hetta fyrsta árið. Góðu afturmeldingarnar gera, at vit við góðum treysti – og á bestan hátt – framhaldandi vilja tæna okkara viðskiftafólki. 

 

Í Tasty Hoyvík fáa tey bara rós fyri sínar vørur og tænastur.

 

- Vit hava kapasitet til meira enn alt tað, vit gera í dag, og tí eru øll sjálvsagt hjartaliga vælkomin, bæði á matstovuna og at keypa heim við sær.

 

Ben Manai sigur, at umleið 80 prosent av søluni hjá Tasty Hoyvík er søla út av húsinum – ella “take away”, har viðskiftafólk bíleggja og taka matin heim við.   

 

Á matstovuni, sum er opin hvønn seinnapart og út á kvøldið, eru stívliga 40 sitipláss.

 

Á heimasíðuni - www.tasty.fo - ber eisini til at bíleggja sær mat on-line, og matstovan koyrir fegin matin út í miðstaðarøkinum.

 

Um heimasíðuna sæst eisini matskráin, sum matstovan í Hoyvík bjóðar við eitt nú pizza, pitabreyði, burgarum og forvitnisligari høsnarungamatskrá. 

 

Ben Manai sigur, at Tasty Hoyvík hevur ymiskt, sum onnur ikki hava. 

 

- Umframt at fólk eru vælkomin á gátt Karlamagnusarbreyt 9 í Hoyvík, eru tey eisini vælkomin at vitja okkara heimasíðu og okkara Facebook-vanga - eisini við navninum Tasty Hoyvík, sigur Ben Manai.

 

##med2##

 

 

- Umframt at fólk eru vælkomin á gátt í Hoyvík, eru tey eisini vælkomin at vitja okkara heimasíðu og okkara Facebook-vanga - eisini við navninum Tasty Hoyvík, sigur Ben Manai.

Á heimasíðuni - www.tasty.fo - ber eisini til at bíleggja sær mat on-line.