Team Rynkeby handar peningin leygardagin

Leygardagin verða pengarnir handaðir Krabbameinsfelagnum

Leygardagin klokkan 15 verða pengarnir, sum Team Rynkeby Føroyar hevur savnað inn í ár, handaðir Krabbameinsfelagnum. Tað verður gjørt til alment tiltak í Finsen.

 

Hetta er fimta árið, at Team Rynkeby savnar pening til hættisliga sjúk børn og familjur teirra. Innkomni peningurin verður umsitin í serligum grunni hjá Krabbameinsfelagnum. Undan hesum árinum eru savnaðar tilsamans fleiri enn fýra milliónir krónur.

 

Til tiltakið verður eisini røður frá umboði fyri Krabbameinsfelagnum, Hjartabarninum, Team Rynkeby Fonden í Danmark, umboði fyri granskingarverkætlanini, sum fær stuðul frá Team Rynkeby Føroyar. Eisini fer luttakari frá inniverandi liðið at røða, og eitt umboð frá Team Rynkeby Føroyar.

 

Til staðar verður eisini nýggja liðið, sum skal avstað í 2019, og liðið sum hevur verið í París í summar.