Teir eldru rýma og teir yngru tíma ikki hetta

Sambært formanninum í Kommunulæknafelagnum verða færri kommunulæknar í starvi, um tað verður soleiðis, sum landsstýriskvinnan í heilsumálum ætlar.

 

– Hetta er ein kollvelting innan kommunulæknaøkið, og tað kunnu vit ikki liva við, sigur Marjus Dam, kommunulækni í Vágum og formaður í Kommunulæknafelagnum.

 

Felagði hevur havt nevndarfund í dag og hevur eykaaðalfund seinni í dag.

 

– Verður tað soleiðis, sum landsstýriskvinnan ætlar, so rýma fleiri av teimum eldru kommunulæknunum, og teir yngru siga, at hetta tíma teir ikki at koma til, sigur Marjus Dam.

 

Av teimum 33 kommunulæknastørvunum eru bara 13 manna við kommunulæknum í føstum starvi, sigur Marjus Dam.

 

– Vit krevja, at vit verða fleiri kommunulæknar í føstum starvi, sigur hann.

 

Hoyrið samrøðu við Marjus Dam við at trýta á pílin undir myndini.