Teir kunnu hava hitt Birnu

Tá løgreglufulltrúin, Einar Guðberg Jónsson, í kvøld verður spurdur, um drúgvu avhoyringarnar í dag kunna hava givið ábendingar um, at grønlendingarnir kanska hava hitt Birnu Brjánsdóttur, er svarið “ja”.

 

Sambært heimasíðuni hjá íslendska ríkisútvarpinum - www.ruv.is - í kvøld, er tað ikki óvist, at grønlendingarnir, sum sita varðhaldsfongslaðir í Íslandi, hava hitt 20 ára gomlu, Birnu Brjánsdóttur, sum framvegis ikki er funnin.

 

Í rættinum í Reykjavík noktaðu teir báðir seg sekar í at hava verið gentuni at meini, men tá Einar Guðberg Jónsson, løgreglufulltrúi, í kvøld verður spurdur, um grønlendingarnir hava sagt, at teir als ikki hava hitt Birnu Brjánsdóttur, er fulltrúin ikki so avgjørdur.

 

Spurdur, um drúgvu avhoyringarnar kunna hava givið ábendingar um, at varðhaldsfongslaðu grønlendingarnir kanska hava hitt Birnu Brjánsdóttur, er stutta svarið hjá Einari Guðberg Jónsson “ja”.

 

Hann vísir tó aftur tí, sum sagt hevur verið fyrr í dag, at Birna Brjánsdóttur er sædd á vakmyndum saman við grønlendsku monnunum. Slíkar vakmyndir hevur løgreglan ikki í varðveitslu, leggur hann aftrat.

 

Einari Guðberg Jónsson sigur, at løgreglan hevur ein rættiliga sterkan illgruna um, at Birna Brjánsdóttur hevur verið inni í áður umrødda reyða Kia Rio bilinum.

 

Spurdur, um løgreglan í hesum sambandi hevur biologiskar royndir í varðveitsu, sum geva ábendingar um hetta, sigur løgreglufulltrúin, at tað kann hann ikki vátta sum er.