Teistin avlýsir tveir túrar í kvøld

Fráferðin av Gomlurætt, sum vanliga er klokkan 20, verður í kvøld framskundað til klokkan 19.10, og hetta verður seinasti túrur av Gomlurætt í kvøld.

Tað er longu nú greitt, at strandfaraskipið Teistin ikki fer at sigla teir seinastu tveir túrarnar av Gomlurætt og úr Skopun í kvøld.

 

Túrurin, sum eftir ferðaætlanini er av Gomlurætt klokkan 20, verður framskundaður til klokkan 19.10 - vegna veður.

 

Og hetta verður soleiðis seinasti túrur hjá Teistanum í kvøld.

 

Túrurin úr Hesti klokkan 19.30 verður ikki sigldur, ei heldur túrarnir úr Skopun klokkan 20.40 og klokkan 22.30.

 

Túrarnir av Gomlurætt, sum sambært ferðaætlanini eru klokkan 21.20 og klokkan 23.05, verða soleiðis heldur ikki sigldir í kvøld. 

 

Longu nú er greitt, at Hasfjord, sum er leið 85 og farmaleið millum Skopun og Gomlurætt, heldur ikki fer at sigla í morgin, týsdagin 8. februar.

 

Á heimasíðuni hjá SSL verður eisini sagt, at fyribils er eingin koyring hjá Bygdaleiðum á leið 701, sum er leiðin Fámjin, Tvøroyri og Sandvík.