Teitur givið avboð – Kristian Joensen er við

Teitur Matras Gestsson hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar í juni. Fyri hann hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Kristiani Joensen úr EB/Streymi, skrivar Fótbóltssambandið

Teitur Matras Gestsson hevur givið avboð til dystirnar í UEFA Nations League, sum eru á skránni í juni mánað - Mynd: Hans Erik Danielsen

Teitur Matras Gestsson hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar í juni. Fyri hann hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Kristiani Joensen úr EB/Streymi, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Farna mánadag kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til dystirnar í UEFA Nations League sum eru á skránni juni mánað. 23 spælarar eru í fyrstu atløgu boðsendir, og síðan er ætlanin at úttaka ein afturat seinni í vikuni.

 

Millum teirra var Teitur Matras Gestsson úr HB, ið higartil er skrásettur fyri 19 A-landsdystir fyri Føroyar. Men nú er greitt, at føroyska liðið má klára seg uttan Teit á hesum sinni.

 

Teitur Matras Gestsson hevur ein lítlan skaða at dragast við, og hevur tískil givið avboð. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Kristiani Joensen úr EB/Streymi. A-landsliðið skal spæla fýra dystir í juni mánað – móti Turkalandi, Litava og tvær ferðir móti Luksemborg.

 

4. juni Turkaland – Føroyar (kl. 19:45)

 

7. juni Føroyar – Luksemborg (kl. 19:45)

 

11. juni Føroyar – Litava (kl. 17:00)

 

14. juni Luksemborg – Føroyar (kl. 19:45)

 

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Í løtuni eru umleið 1.500 atgongumerki seld til heimadystirnar móti Luksemborg og Litava.

 

Teitur Matras Gestsson hevur givið avboð til dystirnar í UEFA Nations League, sum eru á skránni í juni mánað - Mynd: Hans Erik Danielsen