fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 10.01.2019 (23:15)

Teitur í uppskoti til gaffa-heiðurslønir

Teitur Lassen er kendur uttanfyri føroysku bøgarðarnar fyri sín tónleik.

 

 

Danska tónleikatíðarritið Gaffa hevur í mong ár skipað fyri Gaffaprisen, har kendastu tónleikanøvnini kunnu vinna sær heiður sum ársins navn í ymsum tónleikagreinum.

 

 

Og tá Gaffa heiðurslønir verða givnar í marsmánað í 2019, so er Teitur millum teirra, ið hevur møguleika.

 

 

Teitur er tilnevndur í tveimum greinum:

Årets danske udgivelse. Har er Teitur við, og tað er við útgávuni I Want to be Kind.

Eisini er Teitur tilnevndur í greinini Årets Danske Solist.

 

 

Gaffa heiðurslønirnar 2019  verða handaðar tann 7. mars í Odense. Til ber at atkvøða við at fara inn á www.gaffa.dk

 

 

Myndin omanfyri er tikin í kirkjuni á Tvøroyri í november 2018, tá Teitur hevði konsert har. Ein konsert, sum fyri stuttum er send í sjónvarpinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her