Tekjan á Børsen hoknað – helvtin av bygninginum í ljósum loga

Talan er um umfatandi eld á næstan øllum hæddum í helminginum av Børsen, sigur átaksleiðari.

Umleið helmingurin av Børsen stendur nú í ljósum loga.

Tað sgiur tilbúgvingarstjórin Jakob Vedsetd Andersen frá Hovedstadens Bredskab í Keypmannahavn.

Partar av takinum á Børsen er sokkið saman, og tamarhald er enn ikki á eldinum.

– Eldurin hevur verið uppi undir tekjuni. Tað er kopartak, og tað er vónleyst at sleppa til undir einum slíkum takið, so eldurin fær nógva tíð at styrkja seg, og tað er so ta, sum hevur gjørt, at eldurin spreiðir seg gjøgnum bygningin.

– So hvørt sum konstruktiónirnar brenna av, so detta partar av bygninginum niður, sigur Jakob Vedsted Andersen.

Hann sigur, at tað eru umleið 120 sløkkiliðsfólk á staðnum við Børsen umframt eini 60 frá verjuni, teirra millum Den Kongelige Livgarde, sum hjálpir við at bjarga lutum úr bygninginum.

– Vit royna saman við rættiliga nógvum góðum kreftum at bjarga so nógvum virðum út úr bygninginum sum gjørligt, sigur Jakob Vedsted Andersen.

Tað er tann helvtin av Børsen, sum vendir ímóti Christiansborg, sum stendur í ljósum loga.

Børsen hevur í eina tíð verið pakkaður inn í byggipallar við presendingum vegna umvæling, og tað ger sløkkiarbeiðið truplari, segði Jakob Vedsted Andersen fyrr í morgun.

Sløkkiliðið fekk fyrstu boðini um eldin í Børsen klokkan 07:36 danska tíð í morgun.

Jakob Vedsted Andersen roknar við, at tað fer at taka tað mesta av degnum at fáa tamarhald á eldinum.

/ritzau/