Teknmál er nú alment mál í Føroyum

Áðrenn Páll á Reynatúgvu púra óvæntað sendi Løgtingið í summarfrí í morgun, náddu tingfólk at viðgera tvey mál í triðju viðgerð og samtykkja tey.

 

Annað teirra hevði við sær, at frá í dag, er føroyskt teknmál eitt viðurkent føroyskt mál.

 

- Tað at teknmál fær eitt náturligt pláss í Málráðnum, í mun til málrøkt, menning og verju, er eitt stórt frambrot, sigur Christina Johannesen, ráðgevi, vegna Deyvafelag Føroya.

 

Í Føroyum eru tað eini 20 - 25 fólk, sum brúka teknmál regluliga umframt teirra avvarðandi og tey, sum arbeiða við tí.

 

Deyvafelag Føroya hevur saman við Felagnum fyri Hoyribrekað og Meginfelag teirra, ið bera brek, arbeitt fram ímóti hesum degi, síðani Málráðið bleiv sett á stovn.

 

Les eisini Føroyskt teknmál skal mennast og styrkjast

Tað vóru 15 uppskotsstillarar úr øllum flokkum á tingi, sum løgdu uppskotið fyri tingið 15. mai.

- Tað er sera jaligt, at uppskotsstillararnir komu úr øllum flokkum, og at Deyvafelag Føroya, saman við øðrum, fekk høvi til at verða hoyrd í Mentanarnevnd Løgtingsins, sigur hon.

 

Vónin hjá Deyvafelag Føroya er, at føroyskt teknmál nú fer at hava sín nátúrliga rætt í almenna rúminum og í føroyska samfelagnum sum heild.

 

- Vit vænta, at atkoma til mál og samskifti verður ein viðurkendur rættur hjá teknmálsbrúkarum, og at hesin rættur verður staðfestur í øllum viðkomandi lógarverkum, sigur hon.

 

Virkisøkið hjá Málráðnum verður nú víðkað til eisini at varða av teknmáli og til at savna orð, orðasambond, orðanýtslu, at svara spurningum frá myndugleikum og almenninginum, at skriva um málið og gera vegleiðingar.