Leita á in.fo

Barbara Holm 13.06.2018 (14:02)

Teldupostarnir: Hetta er bæði klossut og óheppið

- Ein Kringvarpsstjóri eigur at kenna og virða spælireglurnar fyri tíðindaflutning, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur og formaður í Føroysk Miðlafólk.

 

Kringvarpsstjórin er farin um mark í málinum um teldupostarnar til Vágaportalin. Tað heldur formaðurin í felagnum Føroysk Miðlafólk. Jón Brian Hvidtfeldt sigur í dag, at hetta púra einfalt snýr seg um, at Kringvarpsstjórin og Vágaportalurin eiga at virða og kenna spælireglurnar fyri tíðindaflutning.

 

- Tá man tosar um tíðindaflutning, so skal tað vera ein javnvág millum tann,sum spyr, og tann, sum svarar. Tað má vera javnvág millum hesar báðar partar, tí hetta er heilt grundleggjandi í fakinum. Men tann javnvágin er ikki í lagið, tá ið tann, sum svarar, bæði ger yvirskrift og formulerar spurningar og svar, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.

  

 

Les eisini: Krevur Kringvarpsstýrið saman um teldupostarnir

 

 

Hann vísir á, at um tú sum stjóri hevur eina hugsan, sum tú vilt hava almenningin at vita fyri ein hvønn prís, so eru tveir møguleikar. Tú kanst skriva eitt lesarabræv ella tú kanst senda eitt tíðindaskriv.

 

- Tað er einki galið við at senda tína hugsan út til miðlarnar at viðgera ella leggja út í tínum navni. Trupulleikin er, tá ið ein slík søga sum hendan verður løgd út sum tíðindi. Tá er tað jú ein følsk vørulýsing. Hetta er ikki tíðindi, tí tær grundleggjandi spælireglurnar verða ikki hildnar, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.

 

Tí vil formaðurin í Føroysk Miðlafólk vegna felagið koma við einari áheitan á miðlarnar í landinum.

 

- Eg vil heita á miðlarnar um at taka handverkið í størri álvara. Hvar er journalistiska handverkið blivið av, tá ið ein stjóri sleppur at orða eina yvirskrift og ein tekst og sitera seg sjálvan fyri onga viðmerking at hava. Hvar  er stoltleikin í bransjuni tá, spyr Jón Brian Hvidtfeldt.

 

Spurdur um hann heldur, at hetta málið skal fáa avleiðingar fyri Johnny í Grótinum sigur Jón Brian Hvidtfeldt, at tað vil hann ikki svara upp á, tí tað er Kringvarpsstýrið, sum er rætti myndugleiki har.

 

- Eg vil siga, at eg gangi út frá, at man í fyrstu atløgu roynir at rudda upp í hesum, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her