fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 6.2m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.06.2018 (12:45)

Teldupostarnir: - Hetta er serdeilis ómansligt

- Ein persónur, sum ikki torir at standa við sítt navn, skal eisini hava munnkurv. Tað heldur Justinus Eidesgaard, journalistur.

  

Í gjár avdúkaði Sosialurin tveir teldupostar frá Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra til Ólavur í Beiti, ábyrgdara á Vágaportalinum. Teldupostarnir vísa, at Johnny í Grótinum hevur skrivað tvær greinar um starvsfólkamálið við Liljuna Weihe, sum Ólavur í Beiti hevur lagt út á vp.fo undir sínum egna navni.

 

- Tað, sum eg haldi er ódámligt er hendan gongdin á portalunum, at fólk kunnu siga hvat tey vilja, og so eru tað fólk á portalunum, sum leggja navn til. Tað er vandamikið, tá man hevur ein miðil, sum átekur sær leiklutin sum kelda, sigur Justinus Eidesgaard.

 

 

Les eisini: Avdúking: Her eru teldupostarnir frá Johnny til VP

 

 

Víðari sigur hann, at journalistar eiga at hava keldur og fáa fatur á viðkomandi skjølum í málinum. Eins og Sosialurin hevur gjørt í sambandi við orrustuna í Kringvarpinum. Og tí heldur argumentatióni ikki um, at Sosilaurin skal vera inhabilur í málinum, heldur Justinus Eidesgaard. Hann vísir á, at fyri hann er størsti trupulleikin í hesum málinum, at Vágaportalurin gongur á odda við at niðurbróta fakið.

 

- Fyrst í 90’unum fór man frá at loyva dulnevndum lesarabrøvum í bløðunum. Men nú eru teir smáu portalarnir farnir í gongd aftur við at loyva tí dulnevnda skrivarínum og har gongur Vágaportalurin á odda. Tað forvirrar lesaran, tí man veit ikki hvør avsendarin er, og tað er eitt afturstig fyri okkara fak, sigur Justinus Eidesgaard.

 

Hann vísir eisini á ADHOC toymið, sum hevur staðið sum avsendarar á fleiri lesarabrøvum á Vágaportalinum seinastu árini. Og í hesum aktuella førinum er tað Johnny í Grótinum sum er eins og ADHOC toymið.

 

- Tað er ein undarligur máti. Og ein persónur, sum ikki torir at standa við sítt navn, hann skal eisini hava munnkurv. Um tú ikki torir at standa við títt navn, tá tú hevur eina meining, so trúgvi eg ikki eingongd at talufrælsi er galdandi fyri teg. Dulnevnt talufrælsi er í øllum førum nakað lort og serdeilis ómansligt. Eg havi als onga virðing fyri, at ein fjølmiðil átekur sær uppgávuna at bera dulnevnd sjónarmið víðari og út til almenningin. Tað er einki galið við, at kringvarpsstjórin sigur sína hugsan alment. Men so skal tað vera við fullum navni, heldur Justinus Eidesgaard.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her