Leita á in.fo

Barbara Holm 13.06.2018 (19:01)

Teldupostarnir: - Í kvøld skal Stýrið taka støðu

- Eg eri júst komin heim til Føroya og fari nú at kalla stýrið saman til ein fund, sigur Rúni Heinesen, stýrisformaður. 

 

Stutt eftir klokkan 15.00 í dag lendi Rúni Heinesen, formaður fyri Kringvarpsstýrið, á flogvøllinum í Vágum. Síðani mánadagin hevur hann verið burturi í øðrum ørindum, og er tí júst nú komin aftur á klettarnar. Og tað er eitt buldrut landslag, stýrisformaðurin kemur aftur til.

 


Tí mánadagin avdúkaði Sosialurin, at Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, hevur skrivað greinar um starvsfólkamál í Kringvarpinum á Vágaportalinum, uttan at hann hevur lagt sítt navn til greinarnar. Hetta hevur elvt til rok bæði innanhýsis í Kringvarpinum og í Kringvarpsstýrinum.

 

Miðlahúsið skilur, at seinnapartin í gjár var starvsfólkafundur um málið um teldupostarnar í Kringvarpinum og frá fundinum skilst, at starvsfólk er ógvuliga ónøgd við hetta málið.

 

Í gjárkvøldið segði Katrin Petersen, sum eisini situr í Kringvarpsstýrinum, at hon vildi hava Stýrið saman at viðgera málið um teldupostarnar.

 

- Hetta er ikki í lagi. Tað kann ikki góðtakast, at stjórin í Kringvarpinum skrivar uppskot til greinar til ein annan miðil og siterar seg sjálvan fyri onga viðmerking at hava. Tað er óakseptabult, segði Katrin Petersen í aðrari grein á in.fo í gjárkvøldið.

 

Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur í Kringvarpinum og formaður í Føroysk Miðlafólk tók undir við Katrini Petersen í viðmerking til in.fo í dag.

 

- Ein Kringvarpsstjóri eigur at kenna og virða spælireglurnar fyri tíðindaflutning, segði Jón Brian Hvidtfeldt í grein, sum kann lesast her. Jón Brian Hvidtfeldt vil ikki siga sína hugsan um, hvørt hann heldur málið eigur at fáa avleiðingar fyri kringvarpsstjóran. Heldur vísur hann til Kringvarpsstýrið, sum er myndugleiki í slíkum málum.

 

Og tað er spurningurin um, hvussu farast skal fram eftir málið um teldupostarnar, sum Rúni Heinesen, stýrisformaður, nú skal taka støðu til saman við Stýrinum. Hann vil enn ikki siga, hvat hann sjálvur heldur um hetta málið, men staðfestir, at tað skal eitt samlað Stýrið taka støðu til.

 

- Vit skulu viðgera hetta málið ordiliga, og síðani tekur eitt samlað Stýrið støðu í málinum, sigur Rúni Heinesen í stuttari viðmerking.

 

Stýrisformaðurin staðfestir, at hetta málið er einki at bíða við. Og somuleiðis sigur hann, at tá Stýrið er komið til eina niðurstøðu, verður hendan fráboðað alment. 

 

Miðlahúsið skilur, at fundur er settur á skrá longu í kvøld. In.fo fylgir málinum víðari 

 

 

Í Kringvarpsstýrinum sita Rúni Heinesen, formaður. Næstformaður í Hjalmar Hansen. Petur Elias Petersen, Gunnvá við Keldu, Katrin Petersen, Kári Sólstein og Theodor Eli Dam Olsen eru limir í Kringvarpsstýrinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her