Leita á in.fo

Barbara Holm 13.06.2018 (21:50)

Teldupostarnir: Í kvøld verður kringvarpsstjórin vigaður

Óvist er, hvørjir møguleikar Kringvarpsstýrið hevur á borðinum í kvøld. Men givið er, at bert eitt mál er á skránni, og tað er málið um teldupostarnar frá Johnny í Grótinum til Vágaportalin.

 

 

- Kringvarpsstýrið skal viðgera hetta málið ordiligt og koma til eina felags niðurstøðu, segði Rúni Heinesen í stuttari viðmerking fyrr í dag. Stýrisformaðurin er komin úr útlondum aftur til Føroya seinnapartin í dag, og longu í kvøld klokkan 21.00 byrjaði stýrisfundurin um Johnny í Grótinum. Stýrisformaðurin avvísur ikki, at spurningurin, sum er til viðgerðar í kvøld er, hvørt hetta málið skal hava starvsrættarligar fylgjur fyri stjóran.

 

Orsøkin til, at Stýrið í kvøld er kallað saman, er málið um teldupostarnar. Teldupostarnir, sum Sosialurin prentaði mánadagin, avdúkað samstarv millum Kringvarpsstjóran og Vágaportalin, har Johnny í Grótinum sjálvur í tveimum umførum í síðstu viku hevur skrivað greinar um starvsfólkamál í Kringvarpinum, uttan at hann hevur lagt navn til greinarnar.

 


Les eisini: Teldupostarnir: Øll tíðindadeildin sent klagu um Johnny 

 

Og meðan tað ivaleyst eru summi, sum halda hetta vera í lagi, so er tað kortini ikki í tráð við fjølmiðlaetisku leiðreglurnar fyri tíðindaflutning. Tað greiddi Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk frá á in.fo fyrr í dag.

 

- Tá man tosar um tíðindaflutning, so skal tað vera ein javnvág millum tann, sum spyr, og tann, sum svarar. Tað má vera javnvág millum hesar báðar partar, tí hetta er heilt grundleggjandi í fakinum. Men tann javnvágin er ikki í lagið, tá ið tann, sum svarar, bæði ger yvirskrift og formulerar spurningar og svar, segði Jón Brian Hvidtfeldt, sum eisini vísti á, at stjórin í Kringvarpinum eigur at kenna og virða spælireglurnar í fakinum.  Og hesum er Katrin Petersen, stýrislimur, samd í.

 

 

- Mín hugsan er, at hetta er óakseptabult, segið Katrin Petersen, sum í gjár bað stýrislimirnar um at hittast til fund um málið.  

 

Tann fundurin er so í kvøld. Síðani málið kom fram mánadagin, hevur tað útviklað seg nógv. Í gjár var til dømis ein starvsfólkafundur í Kringvarpinum, og her kom fram, at Johnny í Grótinum hevði í hyggju at senda eina almenna umbering fyri hetta teldupostamálið. Tað er tó eingin slík komin enn, og óvist er, um hon kemur. Tó hevur øll tíðindadeildin í Kringvarpinum í kvøld sent eina klagu um stjóran til Kringvarpsstýrið, har tey taka frástøðu frá skuggaskrivingini hjá stjóranum.

 

Tað er sostatt nógv, sum týðir upp á, at málið verður sæð sum sera álvarsamt í Kringvarpinum og í Kringvarpsstýrinum. Hvat tað merkir heilt ítøkiliga fyri Johnny í Grótinum er ein spurningur, sum bert Kringvarpsstýrið kann svara upp á, eftir fundin í kvøld.

 

In.fo fylgir málinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her