Leita á in.fo

Myndina eigur kvf.fo

Barbara Holm 13.06.2018 (22:15)

Teldupostarnir: Øll tíðindadeildin sent klagu um Johnny

- Tíðindadeildin í Kringvarpinum stendur saman um klagu, sum tey hava sent Kringvarpsstýrinum áðrenn fundin í kvøld.


Tað er nú klokkan 21.00, at Kringvarpsstýrið skal hittast til fund um aktuellu støðuna um teldupostarnar hjá Johnny í Grótinum til Vágaportalin. Tað er Katrin Petersen, stýrislimur, sum í gjár sendi boð til allar limirnar í Kringvarpsstýrinum um, at hon vildi hava fund um sambandið millum Johnny í Grótinum og Vágaportalin, sum hon kallar púra óakseptabult.

 

Og tað er eittans mál, sum Kringvarpsstýrið skal umrøða á fundinum í kvøld. Og fyri løtu síðani fingu tey eitt skjal sendandi um málið frá allari tíðindadeildini í Kringvarpinum, sum tey fáa við á fundin. Hetta skjalið er eitt hvasst mótmæli av skrivingini hjá Johnny í Grótinum á Vágaportalinum.

 

Les eisini: Teldupostarnir: Í kvøld skal Stýrið taka støðu

 

Miðlahúsið skilur, at í mótmælinum stendur, at tíðindadeildin tekur frástøðu frá skrivingini hjá stjóranum, og frá tí, at hann hevur virkað sum skuggaskribentur á Vágaportalinum.

 

Tíðindadeildin sigur í mótmælinum, at Johnny í Grótinum eigur at ganga á odda fyri at styrkja um trúvirðið og álitið millum føroyingar á stovnin, men hendan hendingin ger júst tað øvugta, og undirgravar arbeiðið hjá stovninum.

 

Sostatt fer Stýrið á fund við einari klagu, sum øll tíðindadeildin í Kringvarpinum stendur sum avsendari av.

 

Tað var mánadagin, at Sosialurin prentaði tveir teldupostar frá Johnny í Grótinum til Ólavur í Beiti á Vágaportalinum. Teldupostarnir vísa, at Kringvarpsstjórin hevur skrivað tvær greinar í farnu viku á vp.fo, sum báðar snúgva seg um aktuella starvsfólkamálið við Liljan Weihe.

 

Hetta hevur skapt øsing innanhýsis í Kringvarpinum, í Kringvarpsstýrinum og somuleiðis í felagnum Føroysk Miðlafólk.

 

Teldupostarnir frá Johnny í Grótinum til Vágaportalin og somuleiðis báðar greinarnar, sum vórðu á vp.fo í síðstu viku, kunnu lesast undir hesari greinini. 

 

TRÝST HER fyri at lesa teldupostarnar og annað í mikudags-Sosialinum

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her