fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 6.2m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 14.06.2018 (22:16)

Teldupostarnir: Tí er Johnny farin frá

Avdúkingin í Sosialinum mánadagin hevur nú í kvøld kostað Johnny í Grótinum starvið. Hetta handlar málið um.

 

Sosialurin avdúkaði í blaðnum mánadagin eitt teldupostasamskifti millum Johnny í Grótinum og Ólav í Beiti, ábyrgdara á Vágaportalinum. Teldupostarnir vórðu sendir frá Johnny í Grótinum til Ólav í Beiti týsdagin og hósdagin í siðstu viku. Báðir teldupostarnir byrjaðu við orðunum “Uppskot til grein”.

 

Síðani kom ein grein í hvørju telduposti, sum í báðum førunum snúði seg um orrustuna við Liljuna Weihe. Í báðum førum legði Ólavur í Beiti tað út í sínum navni, hóast veruligi høvundurin av greinunum var Johnny í Grótinum.

 

Hendan avdúkingin skapti rok innanhýsis í Kringvarpinum og fekk stýrislimir í Kringvarpsstýrinum at alment tala at. Katrin Petersen, stýrislimur, bað um fund við Stýrið um málið. Hesin fundurin varð hildin í gjárkvøldið klokkan 21.00.

 

Við á fundin fekk Stýrið eina klagu frá allari tíðindadeildini í Kringvarpinum, har starvsfólk tóku frástøðu frá skuggaskrivingini hjá stjóranum.

 

Somuleiðis formaðurin í Føroysk Miðlafólk talaði alment at hendingini. Jón Brian Hvidtfeldt vísti á, at allar spælireglur í fakinum eru settar út av spæl, tá ið ein stjóri sjálvur skrivar greinar og yvirskrift um seg sjálvan, har hann siterar seg sjálvan fyri onga viðmerking at hava.

 

Eftir fundin í Kringvarpsstýrinum var einki at frætta fyrr enn um 19.30 mundi í kvøld. Tá kom eitt tíðindaskriv frá Stýrinum um, at Johnny í Grótinum og Kringvarpsstýrið í kvøld eru komin til eina semju um, at Johnny í Grótinum skal fara frá sum stjóri.

 

Undir greinini her ber til at síggja teldupostarnar og greinarnar á vp.fo, sum kostaðu Johnny í Grótinum starvið.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her