fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 13.09.2018 (14:25)

Teldusníkar hava lumpað stórar upphæddir frá føroyingum

Fleigi føroyskar fyritøkur hava mist stórar upphæddir, tí at teldusníkar hava lumpað tær. Tað sigur grannskoðaravirkið, Januar, í einum boðum beint nú. Granskoðararnir vísa á, at tað verður alsamt vanligari, at svik, sum higartil hevur verið ókent í Føroyum, nú eisini er farið at raka føroyska fyritøkur.

 

– Ein mannagongd, sum verður brúkt, er, at teldusníkar bróta seg inn á teldupostkassar hjá føroyskum fyritøkum og fáa atgongd til tað fakturar, kontoupplýsingar, og annað, sum fyritøkan hevur fingið ella sent. 

 

–  Síðani senda teir teldubræv til fyritøkuna og geva seg út fyri at vera ein av veitarunum. Teir vísa til ein sendan faktura og biðja um at senda peningin til aðra kontu, uttanlands, enn hana, ið er upplýst á fakturanum.

 

– Teldubrævið líkist einum vanligum  teldubrævi frá umrødda veitara. Og er talan um útlendskan veitara, er jú ikki nakað illgrunasamt í at fáa áheitan um at senda pening til kontur í útlondum, siga grannskoðararnir 

 

Men tað nýggja er, at nú duga hesir teldusníkar eisini at skriva á føroyskum.

 

– Dømi eru eisini um øvugta mannagongd, har snýtt er við gjaldinum fyri sendar fakturar til kundar hjá føroyskum fyritøkum. Trupulleikin við følskum teldubrøvum hevur leingi verið sera vanligur uttanlands og vindur alsamt meira uppá seg. 

 

Tey í Januar ávara sostatt fyritøkur um at vísa størsta varsemi, tá goldið verður til útlendskar kontur. 

 

– Undir ongum umstøðum eigur at verða rindað eftir áheitanini í teldubrævinum, uttan at hava fingið hetta staðfest við at ringja til rætta viðkomandi, siga tey í Januar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her