fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 7.2m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 11.01.2018 (21:00)

Teledyne bloggar um streymmátingar í Bankarennuni

Undir heitinum “Twenty-Year ADCP Time Series: Monitoring Deep Overflow in Faroe Bank Channel” skrivar Teledyne Marine í einum bloggi á heimasíðu sínari um streymmátingarnar, sum Havstovan ger í Bankarennuni. Teledyne Marine framleiðir streymmátararnar, sum verða brúktir at máta rákið í Bankarennuni.

 

Havstovan byrjaði so smátt Í 1994 at máta rákið í Bankarennuni. Hetta var gjørt við sonevndum ADCP streymmátarum (Acoustic Doppler Current Profiler), ið vóru framleiddir av RD Instruments í USA – nú Teledyne Marine. Hendan útgerðin var nýggj tá, so onkrir byrjunartrupulleikar vóru, men saman við framleiðaranum var greiða fingin á trupulleikunum. Á sumri 1995 komu streymmátingarnar í eina fasta legu, og Havstovan hevur síðani tá mátað rákið í Bankarennuni við 1-2 ADCPum frá Teledyne Marine. Onkur styttri tíðarskeið hava tó verið upp í fýra mátarar í Bankarennuni í senn. Hendan útgerðin hevur verið sera álítandi og einir tveir av teimum fyrstu streymmátarunum, sum Havstovan keypti, eru framvegis í brúki. Hesir hava sostatt ligið á havsins botni í meiri enn 20 ár og mátað streym – einans avbrotið av árligari data lesing og battarí skifti.

 

Bloggurin hjá Teledyne Marine kann lesast her.

 

Eisini ber til at lesa meiri um rákið í Bankarennuni her.

 

Myndin vísir ein av ADCP streymmátarunum, sum hevur mátað rákið í Bankarennuni.

 

 

Hetta skrivar Havstovan á hav.fo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her