fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 8.7m/s

Leita á in.fo

Ternan liggur veðurføst í Havn í morgun

Áki Bertholdsen 11.10.2017 (08:50)

Ternan liggur veðurføst í Havn í morgun

Heystið, og veturin, er av álvara við at fáa takið, og tað plagar at merkja, at ólag kann koma á samferðsluna.

 

Í morgun er heilt fitt av vindi, Landsverk sigur, at á Glyvursnesi er upp í 27 metrar um sekundið av útsynningi. Og tað merkir, at siglingin hjá Strandferðsluni er tarnað eitt sindur.

 

Hesa ferð er tað nólsoyarsiglingin, sum er skerd, tí Strandferðslan sigur, at fyri veður siglir Ternan ikki túrin av Havnini klokkan 9.30 og aftur úr Nólsoy klokkan. 10.30 í morgun.

 

Annars er heilt nógvur vindur nógvastaðni. Flesta staðni liggur hann ímillum 30 og 35 metrar um sekundið, men mesti vindurin er á Oyggjarvegnum, har hann kemur heilt upp í 44 metrar um sekundið beint nú.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her