Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 07.05.2017 (06:28)

Tesla sjálvkoyrandi í 2019

Longu í 2019 fara bilarnir hjá Tesla at vera sjálvkoyrandi á niveau 5, sum er tað hægsta, og har koyrt verður púra uttan at nakað menniskja blandar seg uppí.

 

Soleiðis ljóða heldur bombastisku útsøgnirnar hjá Elon Musk, sum er maðurin, sum hevur stovnað el-bilaverksmiðjuna, Tesla.

 

Í dag er »niveau 2« tað hægsta fyri bilar á vegunum. Tesla-modell, sum eru framleidd frá oktber 2016, hava longu tað hardware, sum skal til, og mangla bara software.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her