fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 6.2m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 14.06.2018 (23:20)

Tey avvarðandi eru í døpurhuga

Tað, sum manglar, er politiskur og fíggjarligur stuðul, og tað fara vit nú at virka fyri. Tað er niðurstøðan hjá Alzheimerfelagnum eftir eitt kafékvøld í Klaksvík í gjárkvøldið.

 

Alzheimer felagið sigur annars, at kvøldið vísti, at tey avvarðandi at fólki við alzheimer, eru í døpurhuga, tí tað eru tey, sum gera tað stóra arbeiðið fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, tí tað manglar stuðul og forstáilsi frá myndugleikunum. 

 

Ein annar trupuleiki, ið var nógv umrøddur, er, at á búplássunum eru ongar deildir til fólk við demens, og teir fakligu førleikarnir mangla eisini. Hetta elvir sjálvandi til trupulleikar í gerðandisdegnum hjá øllum pørtum, sigur Alzheimerfelagið.

 

– Eins og nógva aðrastaðni, eru tað nakrar eldsálir, ið stríast fyri sakini, men tíverri manglar politiskur og fíggjarligur stuðul fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, so at Norðoyggjar, eins og onnur øki í Føroyum, kunnu kalla seg eitt demensvinaligt samfelag. 

 

– Fyri at náa hesum máli krevst kunning og samstarv, og tí fer Alzheimerfelagið at virka fyri, sigur felagið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her