Tey elstu koyrdu fyrst

Tveir serligir borgarar fingu heiðurin at koyra fyrst um brúnna við Sandá.

Tá ið brúgvin um Sandá varð latin upp fyri almenninginum nakað eftir klokkan 16 seinnapartin, vóru tað tveir heilt serligir borgarar, ið sluppu at vera tey fyrstu um brúnna.


Í teimum báðum ellisakførunum, sum koyrdu fyrst um brúnna – ein av Argjum og ein úr Havnini – vóru nevniliga tveir eldri borgarar, sum búgva hvør sínu megin brúnna.


Tann, sum sat í ellisakfarinum, ið koyrdi av Argjum, var Sverri Mortensen, sum við sínum 94 árum er elsti borgari búsitandi á Argjum.


Í ellisakfarinum, sum kom úr Havnini, var Mathilda Jacobsen. Hon er 95 ára gomul og koyrir framvegis bil.


Tá ið bilarnir báðir hittust mitt á brúnni, steðgaðu teir á og fingu tey bæði høvi at heilsa upp á hvønn annan, eins og tey fingu handað blómutyssi.