Tey fara at vála í Vestmanna

Átta konsertir verða á fýra ymiskum støðum í Vestmanna í kvøld

Í kvøld fara tey at vála í Vestmanna. Hetta er tiltak við konsertum á fýra ymiskum støðum, samanlagt átta framførslur.

 

Tey, sum fara at spæla í ár, eru Døgg Nónsgjógv, Jazzygold, Sakaris og Tinganest. Tey spæla á ymiskum støðum í Vestmanna og hava tvær konsertir hvør. Hvør konsert verður millum 30 og 40 minuttir long.

 

Døgg Nónsgjógv spælir í kirkjuni í Vestmanna. Jazzygold hevur sínar framførslur í Vektarbúðini. Sakaris spælir á Staðnum. Og Tinganest hava sínar konsertir í Silkienni.

 

Konsertirnar eru forskotnar, og tí ber til at uppliva fleiri av teimum í gjøgnum kvøldið. Tann fyrsta konsertin er klokkan 20 og tann seinasta, sum er við Tinganest, byrjar klokkan 22:20.

 

Fyrireikararnir siga, at eftir konsertirnar verður gjørligt at vála víðari á Disvoy og á Faer Isles Distillery.