fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.07.2018 (14:30)

Tey flestu vilja vera lærari og sjúkrarøktarfrøðingur

Tað er nú greitt, hvussu nógv lesandi verða tikin inn á Fróðskaparsetrið at lesa í ár. Setrið sigur á heimasíðuni, at tilsamans vóru 411 umsókjarar til tær ymsu útbúgvingarnar á Setrinum og av teimum eru 398 sloppin inn.

 

Av teimum søktu 332 um at sleppa inn á bachelor-útbúgvingar, 73 søktu um at lesa til master, og seks søktu um at lesa hjánám.

 

Tað er framvegis nógv størstur áhugi fyri at lesa til lærara og til sjúkrarøktarfrøðing. Tilsamans hava 73 søkt um at sleppa á læraraskúla og 66 søktu um at lesa til sjúkrarøktarfrøðing. Men sum tað sæst á yvirlitinum niðanfyri, er tað ikki meiri enn sløk helvtin, sum sleppur inn.

 

Tað er eisini stórur áhugi fyri at lesa til námsfrøðing, tí tað ætlaðu 62 lesandi sær, men tað er heldur ikki meiri enn helvtin, sum sleppur inn til hesa útbúgvingina.

 

Fyri bachelor-útbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

16: Føroyskt

35: Fólkaskúlalærari

35: Námsfrøði

45: KT-verkfrøði

5: Havlívfrøði

8: Mýlalívsvísindi

5: Vistfrøði

30: Sjúkrarøktarfrøði

11: Politikkur og umsiting

22: Sosialvísindi og samfelagsplanlegging

15: Søga

227 Tilsamans

 

Fyri master-útbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

4: Føroyskt

26: Heilsuvísindi

7: Master í Sosialvísindi og samfelagsplanlegging

2: Master í Politikki og umsiting

2: Master Í Søgu

12: Løgfrøði

12: West Nordic Studies

65 tilsamans 

 

Fyri hjánám sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

5: Føroyskt

1: Søga

6    Tilsamans


Fróðskaparsetrið sigur, at leypa onkur av teimum sum eru sloppin inn, frá, fáa tey, sum standa á bíðilista, møguleikan.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her