Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 12.08.2017 (23:45)

Tey í koyristóli síggja konsertinar á bingju

Við síðuna av tí stóra pallinum á Vágsbøi, har øll tey størstu nøvnini á ársins Summarfestivali hava framført, stendur ein bingja við skráa, soleiðis at fólk í koyristóli sleppa framat og eisini fáa eitt gott pláss at lýða á.

 

 

Erik Biskopstø, fyriskipari á Summarfestivalinum, sigur, at tey á festivalinum hava lagt seg eftir, at tey sum bera brek og eru í koyristóli eisini skulu hava lætta atgongd á økið og til framførslunar. 

 

 

- Hetta er komið við árunum og royndunum, og var ikki nakað vit hugsaðu um fyrstu árini, tí vit vóru ikki tilvitaði um tað tá. Síðani funnu vit pláss við pallin, sigur hann.