Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 07.03.2017 (20:52)

Tey sum keypa »grønar« bilar fáa mvg'ið aftur

Á tingfundinum í morgin fer løgtingið at viðgera uppskot landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, um at taka mvg av umhvørvisvinarligum bilum.

 

Landsstýriskvinnan sigur í viðmerkingum til uppskotið, at málið er at seta eyka ferð at umleggingina frá motorakførum, ið nýta dálkandi brennievni, til sokallað “grøn” motorakfør, ið nýta brennievni frá meira varandi orkukeldum.

 

El- og vetnisakfør eru í løtuni lutfalsliga kostnaðarmikil. Fyri at skunda undir eina umlegging verður mett rætt við eini serligari afturberingarskipan í 2 ára tíðarskeið.

 

Orsøkinar til tíðaravmarkingina eru fleiri. Tøkniliga menningin av grønum motorakførum gongur skjótt, og prísirnir eru á veg niðureftir, tí má væntast at el- og vetnisakfør um fá ár verða kappingarfør í prísi við vanlig akfør, og tá verður ikki neyðugt við eini serligari afturberingarskipan. Eisini verður mett rætt at eftirmeta tílíka skipan eftir tveimum árum.

 

Hartil kann ein tíðaravmarkað skipan hava stimbrandi ávirkan á áhugan hjá fólki at umleggja frá dálkandi akfari til meira grønt akfar.

 

Afturberingin verður avmarkað til í mesta lagi kr. 70.000 fyri hvørt motorakfar. Hetta samsvarar við afturbering av MVG útreiðslum av kostnaði upp til 350.000 kr. Er kostnaðurin hægri enn hetta, fæst ikki afturbering fyri henda partin.

 

Henda afturberingarskipan kemur aftur at fleiri øðrum fyrimunum, ið eru latnir el- og vetnisakførum. El- og vetnisakfør eru frammanundan heilt frítiknir fyri skrásetingargjald, og eisini eru hesir nú heilt frítiknir fyri veg- og umhvørvisgjald (vegskatt) komandi 4 árini.

 

– Samanlagt er tí talan um eina munandi kostnaðarminking fyri borgarar og vinnu, ið velja el- ella vetnisakfar fram um vanligt akfar, sigur landsstýriskvinnan í viðmerkingunum.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her