Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.02.2019 (13:16)

Tey sum tosa mest fremja einki í verki

Vit skulu altíð gera tað, sum loysir seg best. Og tí skulu vit eisini fáa okkum grøna orku, har tað loysir seg. Tað sigur Jacob Vestergard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin við útvarpsrásina FM1, nú á miðdegi.

 

Um vikuskiftið hevur verið hann verið í ódnarveðrið fyri tað, hann segði í Løgtinginum í farnu viku. Har segði hann, at á orkuøkinum skulu vit gera tað, sum loysir seg best.

 

 

Les eisini: Tað er øgiliga troyttandi at hoyra um at føroyingar skulu bjarga heiminum

 

 

Tað stendur hann við í tíðindunum á FM1, tí hann heldur framvegis, at útlátið hjá føroyingum er so mikroskopiskt, at tað ger ikki mun.

 

Hinvegin heldur hann, at kjakið um veðurlagsbroytingar er nakað fundamenalistiskt og hann heldur, at tey, sum tosa mest um tað, vísa einki í verki, tí vit brúka meiri olju nú, enn nakrantíð áður.

 

Men hann heldur, at vit skulu gera tað, sum loysir seg og tað merkir, har tað loysir seg at seta grønar orkuskipanir í verk, skulu vit gera tað – eisini fyri at gera okkum sjálvveitandi við orku.

 

Trýst á pílin og hoyr løgtingsmannn greiða frá, at at veðurlagið broytist, og tað hevur tað altíð gjørt og hann avnoktar ikki, at tað hendur nú. Og hann heldur eisini, at ein partur av tí er nokk av mannaávum, hóast tað er umstrítt.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her