fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 16.02.2017 (21:43)

- TF Holding vendir løgmanni í hurðini

- Vit hava kunngjørt niðurstøðuna og tað má vera tað vigtigasta, sigur Arni Brattaberg, nevndarformaður í TF Holding við Kringvarpið í kvøld.

 

Í Sosialinum farna Vikuskiftið heittu Aksel V. Johannesen, løgmaður og Poul Michelsen, uttanríkisráðharri á Eik, um at kunngera alla niðurstøðuna í skattamálinum, so at føroyingar kundu fáa innlit í grundgevingarnar hjá Taks.

 

Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik hevur gjørt greitt, at hann ongar ætlanir hevur um at kunngera niðurstøðuna og í kvøld sigur Arni Brattaberg tað sama við Kringvarpið.

 

- Vit hava onga formliga áheitan fingið frá løgmanni, segði Arni Brattaberg og gjørdi greitt, at hann heldur tey hava kunngjørt tað vigtigasta, sum er sjálv niðurstøðan – goodwill virði 0 krónur.

 

 

- Vit hava kunngjørt niðurstøðuna og tað má vera tað sentrala í tí. Vit hava einki at fjala og tað hava vit víst á, sigur Arni Brataberg sum staðfestir, at Taks hevur givið bankanum viðhald í, at uppruna upphæddin á 514 milliónir hoyrdi heima í nýggja bankanum.

 

Samstundis ger hann púra greitt, at hann sum formaður í TF Holding stuðlar ætlanini um at fara í rættin við Jørn Astrup Hansen. Tó vísir Arni Brattaberg á eina nýggja orsøk til, at Eik velur at fara eftir Astrup rættarliga.

 

- Bankin kann ikki góðtaka tað, at ein nevndarlimur fer út og almannakunnger trúnaðarskjøl hjá bankanum, sigur Arni Brattaberg.

 

Men tað er ikki tað málið snýr seg um. Tí tað er spurningurin um, hvørt Astrup hevur ærumeitt bankan í sínari almennari umrøðu av skattamálinum, sum rætturin skal taka støðu til.

 

- Tað er heldur ikki rætt, at Astrup ákærir okkum fyri at snýta, sigur Arni Brattaberg.

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum í dag kanst tú lesa meira um skattamálið hjá Eik.