THEODOR PETERSEN SJEYTI

Leygardagin 27. oktobur fyllir Theodor sjeyti. Men tak ikki feil, sum myndin ber prógv um, er hann ”still going strong”. Hendan dag eg tók myndina var eg, sum so ofta eini hissinisørindi hjá Búrøkt. Theodor var tann fyrsti eg møtti.

 

Tað sum eyðkennir Theodor er, trúskapur, áhaldni og hansara lætta lyndi. Sum eg kenni hann altíð hjálpsamur, smílandi og við tí góða orðinum. Hann var ongantíð bangin fyri at taka eina hond í, sterkur sum ein oksi. Tað gav at bíta tá ”klemmilagið” var á honum. Tað er ikki sørt, at okkurt riv hevur fingið skaða.

 

Eg lærdi Teodor fyrst at kenna, tá eg byrjaði at arbeiða á Mjólkarvirki Búnaðarmanna í Hoyvík fyrst í áttatiárunum. Í fyrstuni bleiv eg heldur kløkkur av hesum manni, sum tíðliga á morgni kundi finna uppá at, tríva í eina ”ariu” so tað rungaði eftir í betonghøllini úti á virkinum.

 

Theodor bakkaði ikki fyri nýggjum avbjóðingum. Hóast ikki serfrøðingur slongdi hann um seg við fakmáli sum td.: NPK, PBV, AAT, FE, osv. tá kundar ringdu ella stukku inn á gólvið á fóðurdeildini, summi smíltust meðan onnur undraðust.

 

Undirhaldari er Theodor av guds náði. Við guitara og sangi er hann altíð klárur at taka eitt lag, syngja fyri ella spæla undir. Eisini plaga onkrar góðar ”suðuroyarsøgur” og krønikur at fylgja við áðrenn og eftir sangin.

 

Góði Theodor, hjartaliga til lukku! Meg minnist aftur á mangar góðar og ríkar løtur saman við tær. Tær verður ynskt alt tað besta framá.