Thisted er trý stig undir niðurflytingarstrikuni

Thisted tapti fyrsta dystin í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini

Daniel Johansen og Heini Fossdalsá vóru við frá byrjan, og John Frederiksen slapp ikki á vøllin, tá Thisted á heimavølli tapti fyrsta dystin í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Thisted tapti 1-2 fyri gamla liðnum hjá Heina Vatnsdal, Finni Justinussen og Andrew av Fløtum, Fremad Amager.

 

Fremad Amager var á odda 2-0 longu tá 17 minuttir vóru leiktir av dystinum. Oliver Thomassen minkaði um munin til 1-2 miðskeiðis í seinna hálvleiki, men nærri kom Thisted ikki.

 

Thisted er aftast í niðara endaspælinum við 17 stigum. Teir hava trý stig upp til FA 2000, ið er á triðaftasta plássinum sum er røttumegin niðurflytingarstrikuna.

 

Thisted hevur níggju dystir eftir at bjarga plássinum í deildini. Komandi leygardag hava teir útidyst móti Hellerup.

 

Í ovara endaspælinum vann liðið hjá Hørði H. Askham, AB 2-1 á oddaliðnum, Esbjerg á heimavølli. Hørður er uttanfyri við skaða.