Thomas Dam er heima aftur

Nú verður ein Thomas Dam-handil aftur í bygninginum hjá gamla Thomasi Dam. Í næsta mánaði letur Thomas Dam Ítróttur upp í handilsbygninginum hjá Thomasi Dam í Jónas Broncks gøtu.

 

- Tá Fróði flutti út, sóu vit møguleikan og valdu tí at víðka um okkara virksemi, sigur Jákup Dam í Thomas Dam Ítrótti.

 

- So er tað eisini stuttligt hjá okkum at flyta inn í bygningin, sum abbi mín bygdi í sínari tíð, sigur hann.

 

 

Handilin í miðbýnum er væl umtóktur, men tað er eingin loyna, at viðurskiftini eru heldur trong. Men hóast nýggjur handil letur upp í Jónas Broncks gøtu, so eru ongar ætlanir um at lata handilin í Niels Finsens gøtu aftur.

 

- Vit hava nógv at gera, men lítið pláss at gera tað í. Tí velja vit nú at lata ein handil upp afturat. Handilin í Jónas Broncks gøtu verður okkara sonevnda Flagship Store, har vit veruliga fáa víst vørur okkara fram. Har verður eisini eitt størri úrval, men vit hava ongar ætlanir um at lata handilin í miðbýnum aftur, sigur Jákup Dam.

 

 

Handilin í Niels Finsens gøtu 5 er staðið, har alt Thomas Dam virksemið byrjaði og har fyrsti handilin hjá fyritøkuni var. Soleiðis sæð er alt hitt virksemi sprottið úr hesum staðnum. Í 1985 vóru gomlu húsini tikin niður og verandi bygningur reistur ístaðin.

 

 

Nýggi handilin verður væl størri. Jákup Dam sigur, at talan er um ein næstan dupult so stóran handil.

- Talan er kortini ikki um at víðka um tænasturnar. Vit fara at halda á við at selja tær vørur, sum vit hava, men fara at leggja størri dent á at geva kundunum eitt betri upplivilsi. Tað haldi eg, teir hava uppiborið, sigur Jákup Dam.