Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 11.01.2019 (13:15)

Thorning-Schmidt gongur nýggjar leiðir

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, gongur nú nýggjar leiðir. Hon hevur seinastu trý árini verið fyrisitingarstjóri í Red Barnet (Save the Children), men boðar í tíðindaskrivi til danskar miðlar í dag frá, at hon fer frá sum stjóri.

 

- Tað hevur verið eitt privilegium at arbeiða saman við ídnum starvsfeløgum um allan heimin, har vit í felag hava arbeitt fyri at betra og nútímansbera Save the Children. Eg komi at sakna øll, skrivar hon í tíðindaskrivinum.

 

Hon fer í staðin at royna seg í vindmylluvinnuni, har hon hevur sagt ja til ein sess í nevndini hjá stóra danska vindmyllufelagnum, Vestas. Hetta verður endaliga avgjørt á ársaðalfundinum hjá Vestas, sum verður 3. apríl. Sambært donskum miðlum kann hon gleða seg til 12 fundir árliga og eina samsýning á 400.000 krónur fyri sítt arbeiði í Vestas.

 

Helle Thorning-Schmidt er var forsætisráðharri í Danmark frá 2011 til 2015 og fór úr donskum politikki eftir hetta. Hon umboðaði danska javnaðarflokkin og er fyrsti og einasti kvinnuligi forsætisráðharri í donsku søguni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her