THW Kiel blakaði enn eitt stig

Elias Ellefsen og liðfelagarnir í THW Kiel mistu sigurin í seinasta sekundinum

Elias Ellefsen og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld dyst á útivølli móti Hamburg í týsku bundesliguni.

 

Dysturin endaði við javnleiki 28-28. Í steðginum var Kiel á odda 16-15. 

 

Tá minni enn ein minuttur var eftir av dystinum var Kiel á odda 28-26. Men fyrst minkaði Niklas Weller hjá Hamburg um munin til 27-28. Tá 15 sekund vóru eftir av dystinum bjargaði málverjin hjá Hamburg einum brotskasti hjá Kiel, og í allarseinasta sekundinum javnaði Frederik Bo Andersen til endaliga úrslitið 28-28. Ótrúliga beiskt fyri Elias og liðfelagarnar.

 

"Kiel misti sigurin úr hondum seinasta minuttin" er yvirskriftin hjá lokala blaðnum, Kieler Nachrichten. 

 

Kiel hevur longu mist 15 stig hetta kappingarárið, ið er óvanliga høgt fyri Kiel. 

 

Elias skoraði fýra mál og legði upp til tvey mál í dystinum. 

 

Sunnudagin 21. apríl spælir THW Kiel á útivølli móti liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin.

 

Støðan (soccerstand.com): 

 

##med2##