Tí avtaka tey ikki flatskattin

Tað hevði kostað hvørjum politikara fleiri túsund krónur um mánaðin, um flatskatturin skuldi verið avtikin aftur. Sostatt hava tey vælbjargaðu einki at óttast fyri

Samgongan fer ikki at avtaka flatskattin aftur, tí tað fer at kosta hvørjum einstøkum politikara fleiri túsund krónur um mánaðin. Sostatt hava tey vælbjargaðu einki at óttast fyri

 

Í Sosialinum í dag er yvirlitið yvir, hvussu nógv fólk spardu í skatti, tá Løgtingið tollaksmessudag í 2011 samtykti skattanýskipanina, sum hevur verið nevnd »flatskatturin«.

 

Ongantíð áður hevur ein samgonga møtt so harðari mótstøðu upp á so stutta tíð, sum samgongan hjá Kaj Leo Holm Johannesen, sum samtykti flatskattin. Og sjáldan áður hevur mótstøðan verið so hørð við bæði mótmælisfundum og larmandi mótmælisfólkum uttan fyri Løgtingshúsið.

 

Men tey vælbjargaðu hava einki at óttast. Skal skipanin við flatskatti avtakast, so merkir tað, at politikararnir sjálvir skulu rinda fleiri túsund krónur meira í skatti um mánaðin.

 

Sosialurin, sum kom á gøtuna nú seinnapartin, hevur hugt upp á málið. Um Løgtingið samtykkir at broyta skattalógina til tað, sum hon var áðrenn flatskattin, so skulu løgmaður og løgtingsformaðurin skulu rinda 5.417 krónur meira í skatti um mánaðin. Landsstýrisfólkini skuldu gjalda 4.983 krónur meira í skatti um mánaðin, og tingfólk (tey sum bara hava løgtingslønina) skulu rinda 2.617 krónur meira í skatti um mánaðin.

 

Einki bendir á, at nakar ætlar at hækka skattin hjá teimum vælbjargaðu aftur.