Tí fingu hesi 9 menningarkvotur

Av teimum 40 umsóknunum, mælti nevndin til at 9 fáa tillutað menningarkvotu

Av teimum 40 umsóknunum, mælti nevndin til at 9 fáa tillutað menningarkvotu.

 

 

Umsøkjari

Øki

Svartkjaftur

Makrelur

Sild

Áramál

Vestmanna Fiskavirki

Norðurstreym

12.970

2.002

1.593

4

P/F Skip/Snarfrost

Vágar

10.400

2.002

1.593

4

Pp/F Sjógæti

Norðureysturoy/Norðurstreym

0

900

540

4

Rock Trawldoors

Suðuroy

1.360

0

0

2

Vørustíggjur

Sandoy

0

1.171

900

1

Delta Seafood

Suðuroy

0

900

873

1

P/F Jókin

Suðuroy

8.800

0

0

1

Kósin Seafood & Næraberg

Norðoyggjar/Suðuroy

0

0

360

1

Steintór og TG Fish

Suðuroy

0

900

900

1

Samlagt Tons

 

 

Lesið her grundgevingarnar fyri, hví hesar níggju verkætlanirnar fingu økiskvoturnar tillutaðar:

 

Vestmanna Seafood

Mælt verður til at útluta Vestmanna Seafood kvotu, tí talan er um eitt greitt nýhugsandi hugskot við framleiðslu av makreli og sild, umframt ítøkiligt uppskot til stigvísa menning av framleiðslu av svartkjafti til matna.

 

Talan er eisini um eitt øki, har aktørarnir hava avmarkaða atgongd til sjófeingi og eina verkætlan, sum vil geva munandi virðisøking, førleikamenning og fleiri og støðugari arbeiðspláss í økinum, Norðstreymoy.

 

P/F Skip (arbeiðsnavn), saman við P/F Snarfrost

P/F Skip (arbeiðsnavn), saman við P/F Snarfrost, eigur at fáa lutað kvotu av fleiri nýhugsandi orsøkum.

 

Talan er um at veiða sild og makrel við nót, umframt at nisjuframleiða á landi. Talan er eisini um staseting í einum øki, har aktørarnir hava rættuliga avmarkaða atgongd til sjófeingi, umframt at verkætlanin við skipi og virki vil geva munandi virðisøking, førleikamenning og fleiri og støðugari arbeiðspláss í økinum. Vágoy.

 

Sjógæti

Sjógæti hevur eina nýhugsandi umsókn um royking av makreli og sild, umframt aðrar góðskaðar framleiðslur. Felagið byggir sína menningarætlan á ítøkiligar royndir og søluarbeiði yvir eitt munandi tíðarskeið.

 

Talan er eisini um strategiskt samstarv við øki 7 (Norðoyggjar), ið verður við til at tryggja neyðugu góðskuna á fiskinum og søluna.

 

Verkætlanin vil skapa munandi viðrisøking, førleikamenning og fleiri og støðugari arbeiðspláss í økinum, sum fevnir um Norðstreym og Sundalagið.

 

Rock Trawldoors

Rock Trawldoors hevur í nógv ár arbeitt við at nýmenna trolemmar, og tað er eisini í hesum sambandi, at skotið verður upp at lata kvotu.

 

Felagið hevur søkt um kvotu til at fíggja og skipa royndir við eini nýskapandi verkætlan innan nýggja teknologi.

 

Verkætlanin kann stuðla undir søtðugari og framkomin arbeiðspláss innan handverksvinnuna í Suðuroy.

 

P/F Rókin Seafood

P/F Rókin Seafood og Næraberg fáa tillutað kvotu til verkætlan til byrjan av framleiðslu av sild til matna í sunnaru helvt av Suðuroynni, hetta í samstarvi við aktør í økinum. Ætlanin vil vera við til at seta framleiðslu í gongd í einum øki, har aktørar frammanundan hava lítla atgongd til sjófeingi, og tí stendur økisatlitið eisini sterkt.

 

P/F Steintór og P/F TG Fish

P/F Steintór og P/F TG Fish hava ætlanir um at veiða sild og makrel til virkingar í Hvalba. Ætlanin byggir á tøkniliga menning av sínum virksemi á sjógvi og landi, har økisatlitið eisini stendur sterkt.

 

P/F Vørðustíggjur

P/F Vørðustíggjur, ið eigur trolaran Eysturbúgvan, hevur ítøkiligar ætlanir um at fáa gongd á virksemi á landi í Sandoynni, hetta til framleiðslu a sild og makreli.

 

Eysturbúgvin er í samstarvi við partnarar í øki 4 (Norðsteymi), ið vil styrkja grundarlagið fyri rakstri og menning. Verkætlanin kann geva munandi virðisøking, umframt fleiri og støðugari arbeiðspláss á landi í Sandoynni, eitt øki sum í serligan mun uppfyllir økisrættaðu treytirnar.

 

Delta Seafood

Delta Seafood hevur drúgvar royndir innan botnfiskavinnuna, serliga við saltfiskaframleiðslu.

 

Felagið hevur eisini framt ítøkiligar royndir at framleiða vørur úr sild og mareli.

 

Ætlanin byggir á samstarv við aðrar aktørar í økinum.

 

Verkætlanin kann greitt vera við til at skapa nýggj og støðugari arbeiðspláss umframt nýggjar vinnumøguleikar í økinum bygt á lokalt samstarv.

 

Talan er um eina áhugaverda virkisætlan, sum samstundis uppfyllirøkisrættaðu treytirnar.