Tí tosa tey um Jamaica í týskum politikki

Eftir valið í Týsklandi í dag bendir alt á, at tríggir flokkar fara at samráðast um at skipa stjórn

Eftir valið í Týsklandi í dag bendir alt á, at tríggir flokkar fara at samráðast um at skipa stjórn.

 

Stjórnarsamstarvið higartil millum konservativu DCU/CSU og javnaðarflokkin SPD tykist vera rokið.

 

Í staðin verður tosað um eina sokalla Jamaica-samgongu. Her nøkur fakta um hana:

 

– Í eini møguligari Jamaica-samgongu eru CDU, liberalu FDP og Tey Grønu.

 

– Navnið sipar til flokslitirnar – svart, gult og grønt – sum eru somu litir, sum í flagginum hjá Jamaica.

 

– Slík samgonga er ongantíð skipað áður í Týsklandi.

 

– Men nøkur dømi um slíkar stjórnir eru tó á landspartastigi. Fyrsta dømið var í Saarlandi, har hesir tríggir flokkar stjórnaðu saman frá 2009 til 2012. Í dag er Jamaica-stýri í Slesvig-Holstein.

 

– Forsætisráðharrin hjá CDU í landspartastjórnini í Slesvig-Holsten, Daniel Günther, hevur fyrr sagt, at eitt slíkt samstarv eisini hevði riggað væl í eini samveldisstjórn.

 

– Politiskt eru teir tríggir flokkarnir ósamdir á økjum, sum eitt nú ES, innflytarar og umhvørvi. Tað kann gera møguligar samráðingar um stjórnarsamstarv truplar.

 

Keldur: dpa og TT.

/ritzau/