fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Tróndur Arge 13.10.2018 (18:16)

Tíðindafundur hjá Kosovo: Havi enn meiri virðing nú

Høvðusvenjarin hjá Kosovo er Bernard Challandes, sum tók við sum venjari fyrr í ár, eftir at Albert Bunjaki takkaði fyri seg í 2017. 67 ára gamli Bernard Challandes, sum er úr Sveis, hevur eisini verið landsliðsvenjari hjá Armenia. Hann segði undan dystinum í Kosovo fyri einum mánaði síðani, at hann hevði nógva virðing fyri Føroyum. Hon er blivin enn størri.

 

Les eisini: Broyta spælskipan og tveir spælarar

 

- Nú havi eg størri virðing fyri Føroyum, eftir dystin móti Aserbadjan. Eg havi sæð dystin og 3-0 er als ikki rætta myndin av dystinum. Teir hava tveir møguleikar og eru á odda 2-0, meðan tit hava fleiri møguleikar, men teir bjarga tvær ferðir á strikuni, sigur Bernard Challandes á tíðindafundinum hjá Kosovo í dag.

 

Venjarin hjá Kosovo er dámligur og tosar fegin, tá hann verður spurdur á tíðindafundinum. Hann vil ikki siga so nógv um liðið, men leggur dent á, at talan er ein týdningarmiklan dyst fyri bæði liðini.

 

- Støðan er tann sama fyri bæði liðini, tí tað er ein týdningarmikil dystur. Eg kann ikki siga, um tað er seinati møguleikin hjá Føroyum, men tað er líka við. Tað er tó ikki okkara trupulleiki, at hugsa um Føroyar, men vit vita at føroysku spælararnir stríðast væl. Eg vænti ikki, at teir fara at broyta tað stóra, tí teir eru kroystir at vinna. Vit vita, at teir fara stríðast og koma við øllum, sum teir hava, sigur Bernard Challandes, ið tosa enskt á tíðindafundinum.

 

Hann verður á tíðindafundinum eisini spurdur, um hann ætlar at broyta spælið nakað. Ein av lokalu tíðindamonnunum í Kosovo spyr, um tað ikki blriv spælt við ov nógvum innleggum í fyrru uppgerðini.

 

- Eg haldi ikki, at trupulleikin var innleggini, men at vit ikki høvdu spælarar innfyri. Vit spæla við innleggum, tí vit hava góðar spælarar á vongum. Eg haldi ikki, at vit skulu broyta okkara lið ov nógv í mun til mótsøðuna, sigur Bernard Challandes.

 

Hann sigur, at hann ikki hugsar so nógv um at beinleiðis vinna, men um at avrikið skal verða gott. Dysturin verður á Tórsvølli og byrjar klokkan 17. FM1 byrjar at senda frá klokkan 15.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her