Tijani var tvífaldur málskjútti

1. DEILD: Sigur á Vágseiði í dag ber við sær, at B71 nú er topplið

Tað gongur væl hjá B71. Í dag hava sandoyingar verið á Vágseiði, har FC Suðuroy legði rygg til 2-0 tap. Sigurin ber við sær, at B71 er topplið við 13 stigum, meðan FC Suðuroy er á triðja plássi við 11 stigum. FC Suðuroy hevur spælt fimm dystir, og B71 hevur spælt seks dystir.

 

Tað ávirkaði sjálvandi gongdina og úrslitið, at FC Suðuroy longu í 22. minutti varð undirmannað, tá ið Janus Augustinussen sá beinleiðis reytt kort. Dómarin metti, at Janus sum aftasti maður brúkti neyðbremsuna, og tað góvu heimamenninir til kennar, at teir als ikki vóru samdir við dómaranum í.

 

Bæði málini á Vágseiði í dag vórðu skorað í seinna hálvleiki, og í báðum førum var tað Tijani Yakubu, sum var málskjútti.

 

Ein tími var farin, tá ið dómarin Árni Brandsson Petersen peikaði á brotssparksblettin. Tijani Yakubu setti bóltin trygt í netið. So royndi heimaliðið at pressa fyri at svara aftur, og tað vóru bæði hornaspørk og aðrar spentar støður í brotsteiginum hjá sandoyingum. Men tað eydnaðist ongantíð at fáa bóltin framvið Klæminti Olsen, sum vardi B71 málið.

 

Og so gekk tað, sum tað so ofta ger í sovornum støðum. Tá ið tað ikki eydnaðist FC Suðuroy at skora, so var tað B71, sum staðfesti sigurin. Tað var í síðsta minutti í vanligu leiktíðini, at B71 vann horna í vinstru, og við nærra stólpa var Tijani Yakubu fyrstur á og stýrdi bóltin í málið og so var 2-0 til B71. Tijani Yakubu hevur nú skorað seks mál, og hann er toppskjútti í 1. deild.

 

Um eina viku eigur B71 heimavøll í landskappingardysti imóti FC Hoyvík, og tá verður FC Suðuroy partur av grannauppgerð ímóti TB í Trongisvági.

 

Longu mikudagin hittast FC Suðuroy og TB í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið. Tað verður á Vágseiði. Sama dag fær B71 vitjan av AB í steypakappingini.