Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 12.09.2017 (22:01)

Tikin 114 ferðir uttan billett

Ein pendlari á Fjóni í Danmark hevur víst heldur margháttligan atburð í sambandi við ferðing við toki á Fjóni og Sælandi.

Eftirlitsfólk hava innan tvey ár tikin mannin 114 ferðir í toki, uttan at hann hevði gylduga bilett at vísa. 


Jyllands-Posturin skrivar, at maðurin nú hevur fingið dóm. Maðurin játtaði seg sekan, og niðurstøðan er, at hann skal gjalda 90.000 krónur í bót og skal 30 dagar í fongsul.