fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.10.2018 (08:17)

Tikin fyri at koyra alt ov skjótt – ávirkaður

Í nátt var løgreglan í Norðurøkinum í Føroyum og kannaði ferðsluna. Norðurøki er Eysturoy og norður eftir.

 

Og úrslitið varð, at ein bilførari varð tikin fyri at koyra alt ov skjótt. Í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80, varð hann tikin fyri at koyra 129 kilometrar um tíman. Tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað. 

 

Men tá ið løgreglan tosaði við bilførarin, fingu tey eisini illgruna um, at hann var ikki heilt edrúur og nú er hann so eisini skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her