Tikin fyri herverk

Bygdafólkið legði hald á ungan mann, ið gjørdi um seg í morgun

Boð vóru í morgun eftir løgregluni at handtaka ein ungan mann, ið hevði gjørt um seg í einari bygd á Streymoynni í morgun.


- Klokkan var farin av sjey í morgun, tá vit fingu fráboðan um, at herverk var framt móti einum bili í einari bygd á Streymoynni. Greitt var eisini hvør hevði gjørt tað, tí viðkomandi gekk runt í bygdini og var illur í sær. Tað eydnaðist tó bygdafólkinum at fáa fatur á unga manninum, áðrenn løgreglan kom á staðið, greiðir vakthavandi frá.


Løgreglan handtók unga mannin og førdi hann á løgreglustøðina í Havn, har hann nú svevur rúsin av sær. Síðan verður hann avhoyrdur seinni í dag, greiðir vakthavandi frá.