Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 13.07.2018 (08:19)

Tikin fyri ólógligan fiskiskap undir Føroyum

 Í nátt tók vaktar- og bjargingarskipið, Tjaldrið ein trolara fyri ólógligan fiskiskap undir Føroyum. Talan er um skotska trolaran, Venture, sum er tikin fyri at trolara á eini stingdari leið 28 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi.

 

Løgreglan sigur, at Tjaldrið er komið á Havnina við trolaranum og nú eru tey farin í holt við at kanna umstøðurnar.

 

Løgreglan sigur, at skipanin á trolaranum skal avhoyrast, og tað skal skiparin á Tjaldrinum eisini. Samstundis skulu metingarmenn umborð at meta um virðið á fiskinum, skipið hevur fiskað, og tá ið alt kanningararbeiðið er liðugt, verður málið lagt fyri løgfrøðingarnar at taka støðu til, hvussu málið skal avgreiðast.

 

Løgreglan hevur ikki greiði á, um skiparin viðurkennur seg sekan ella ikki.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her