fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Durita 18.12.2017 (14:31)

Til minnis um okkara høgt elskaðu Ommusystir, Elinborg Thomassen

Tað var tíðliga Leygarmorgunin 19.novembur 2016, at systir mín ringdi til mín, við teimum syrgiligu boðum, um at tú vart farin. 

 

Hóast at tú vart sjúk, var tað ikki í mínum tonkum, at tú so brádliga skuldi vera tikin frá okkum. Saknurin, nú tú ert farin um sýnuna er ótrúliga stórur og tað gongur ikki ein dagur, har tú ikki ert í mínum tonkum. Tað er eitt stórt tómrúm, nú tú ert sloppin heim til øll tíni kæru uppi í himmalinum, hóast eg veit, at tú hevur tað betur nú. 

 

Eitt er sikkurt, at vit sum nú hava mist teg, hava mist eitt fantastiskt menniskja. Tú vart altíð so blíð og góð at koma inn til. Eg kundi gott sita har í fleiri tímar og tosa við teg um alt millum himmal og jørð.

 

Allir biltúrarnir, sum vit hava koyrt og vitja fólk, sum tú vart so góð við. Tú elskaði at sleppa at koyra biltúrar og helst ikki meir enn 50 km/t. 

 

Eg minnist eisini at tú onkutíð vildi hava meg at krúlla tær hárið og orna brýr, tá Ann-Britt, ikki kundi gera tað. Tú gekk høgt uppí, at hava pent krúlla hár. 

 

Eg kann ikki siga annað, enn at vit hava veri góðar, sjálvt um eg minnst, at tú við hvørt vart eitt sindur óð við meg, tá eg ikki tók telefonina, tá tú vildi hava meg at koma ørindi. Men tað gekk ongantíð lang tíð, til lagið var gott aftur. 

 

Elinborg, tú hevði altíð fult av fólkið rundan um teg og øll vóru líka góð við teg. Tú gav alt sum tú átti og ofta tað síðsta við. Eg minnist so væl, at tú hevði keypt tær eina nýggja varrastift og eg dámdi hana so væl, so tú bað meg bara fara avstað við henni, so segði tú at tú altíð, kundi keypa tær ein aðra. 

 

 

Góða Elinborg Ommudidd, tú ert ótruliga nógv saknað í millum okkum øll. 

 

Eg vil bara takkað tær fyri alt.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her