Til minnis um Rógva Thomsen

16. juni 1948 – 14. juni 2017

 

Til minnis

Nú fór Rógvi, mín góði og hjálpsami vinur og samstarvsfelagi,  brádliga um sýnina, beint áðrenn 69 ára dag sín tann 16. juni.

 

Rógvi var ein eldsál og stríðsmaður. Størsta áhugamál hansara var námsfrøði, sum hann var serfrøðingur í, men haraftrat var hann var framúr søgufróður samfelagskritikari, altíð klárur at greiða frá og miðla vitan sína, og í orðaskifti og góðum kjaki var hann sum fiskurin. Endaliga ritgerð hansara til cand.ped.-prógv á Danmarkar Læraraháskúla í 1981 var kanning av søgubókunum í føroyska skúlanum, og tað sum hann har kom fram til, bygdi hann síðan á, víðkaði um og styrkti. Eg haldi, at ber til at siga, at hjartatátturin var, at søgutulking er relativ, hon er merkt av teimum umstøðum og áhugamálum, sum hon er vorðin til í. Javnan ávaraði hann um, at tað er hættisligt at skúgva gerandisdagin til viks, tá ið vit fáast við at mynda og seta fram mentanarfatan okkara.

 

Ástøðiliga og empiriskt hevði Rógvi sterkt støði, og hann brúkti tað til tað fyri honum mest umráðandi: at skilja søguna, samtíðina og tann livaða veruleikan í samheingi og at stremba ímóti at bøta um praksis.

 

Um heystið 1988 bjóðaði Háskúlin til almennar fyrilestrar, høvið var, at jólafundurin fylti 100 ár, og Rógvi helt røðu, sum árið eftir varð prentað í Brá við tí eyðkendu avbjóðandi yvirskriftini “1888-1988 og hvat so!” Røðan snýr seg um, at tann rørslan, ið stóð aftan fyri jólafundin, var tíðarbær og framsøkin, men at hon nú var vorðin eitt haft, brúkt sum ideologiskt amboð til at halda fast við eina mentanarfatan, sum forðar okkum í at skapa nýggja mentan og taka støðu til tey mentanarfyribrigdi, sum rørast rundan um okkum. Við einari stirðnaðari mentanarfatan standa vit hjálparleys, tá alt nýtt verður fatað sum hóttan móti føroyskari mentan, og tað er tað eisini, tá ið vit ikki skapa okkum amboð og fyritreytir at skilja mentan okkara, og sum hann sigur í endaorðunum: “Tann kaldi veruleikin verður tá, at alt tað, sum kemur inn yvir okkum, verður slúkt óviðgjørt, meðan vit sjálvi dansa føroyskan dans á onkrum leikpalli uttanlands.” At skilja samtíðina út frá tí søguliga samheinginum - og øvugt - er eisini tráðurin í greinini “Høvdingar hittast: Tróndur í Gøtu og Sigmundur Brestisson í føroyskum bókmentum og samleika” (pr. í Frændafundi 1993), sum snýr seg um, hvussu teir tveir høvuðspersónarnir í Føroyingasøgu hava verið tulkaðir gjøgnum skiftandi tíðir.

 

Vit komu at kennast í Keypmannahavn og mest í sambandi við tíðarritið Brá, sum fór til gongu í 1982, og sum vit vóru ógvuliga upptikin av tey næstu tíggju árini. Tað var spennandi og mennandi at  arbeiða saman við fólkunum, sum vóru í ritstjórnini. Okkaramillum var Rógvi ein hin ítasti, og tað var sjálvsagt, at hann skrivaði inngangin í nr. 1, har hann nevnir Kristin í Geil og samstundis vónar, at blaðið fer at halda fast við humanismuna og verja talu-, skrivi- og hugsanarfrælsi.

 

Í 2013 helt Rógvi aftur almennan fyrilestur á Háskúlanum, og hesa ferð var evnið blaðmaðurin Kristin í Geil, sum Rógvi virdi fyri hansara humanismu og óræddu  kritisku skriving. Tann kritiski ansurin, sum hann hevði í felag við Kristin í Geil, var altíð klárvakin hjá Rógva Thomsen.

 

Turið Sigurðardóttir