Til minnis um starvsfelaga okkara Nikos Kapnas

Stutt undan jólum andaðist kæri starvsfelagi okkara Nikos Kapnas.

 

Nikos hevði serligar tónlistargávur, og hesar nutu vit í musikkskúlanum so mangan gott av.

 

Ofta hoyrdust vøkru tónar úr bratsjini í skúlanum, og ljómurin fangaði bæði okkum sum starvast í skúlanum og tey sum vitjaðu. Tað var nakað serstakt við spæli hansara, líka so fjøltáttað sum Nikos var sum menniskja.

 

Nikos og familjan komu til Føroya seinast í nítiárunum, og hava síðani tá livað og virkað her í landinum, fjarskotið frá teirra egnu.

 

Nikos hevur øll árini undirvíst í musikkskúlanum, og hansara hegni til tónleik kom til sjóndar allastaðni, hann var.

 

Í Musikkskúlanum var Nikos til íblásturs fyri okkum onnur, og við næmingarnar hevði hann eitt heilt serligt tilknýti.

 

Mamma Nikos var russisk og pápin úr Grikkalandi, og gav hetta Nikos eitt serligt opið og frítt lyndi, sum var okkum so kært. Serligan alsk hevði hann til børn, bæði tey sum hann undirvísti og børnini hjá okkum starvsfeløgum.

 

Nikos varð føddur og vaks upp í Tashkent í Uzbekistan, og tá Nikos var tannáringur, flutti familjan til Grikkalands at búgva.

 

Nikos vaks upp við tónleiki og byrjaði tíðliga at spæla ljóðføri. Tá familjan flutti til Grikkalands fór Nikos á tónlistaskúlan í Tessaloniki at nema sær útbúgving og seinni gekk leiðin til Antwerpen.

 

Nikos arbeiddi í rúma tíð sum solobratsjistur í flamlendska útvarps- og sjónvarpsorkestrinum í Brússel, áðrenn hann og familjan fluttu til Føroya.

 

Vit eru heppin at Nikos, Hedvig og børnini valdu at flyta til Føroya.Teirra íkast til føroyska samfelagið er dýrabart.

Sum eitt frískt lot uttaneftir kom Nikos til Føroya og hevur ríkað okkum so manga løtuna við serstøku tónlistagávum sínum.

 

Nikos stríddist leingi við herviliga sjúku, og nú stutt undan jólum orkaði kroppur hansara ikki meira, og andaðist hann í bestu árum.

 

Vit í musikkskúlanum drýpa høvur í takksemi fyri at tað untist okkum at kenna Nikos. Okkara tankar eru hjá tykkum sum eftir sita. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini.