Tilbúgving hevði venjing við bygdafólki

Venjingin var Undir Gøtueiði, og her møttu eini 30 vaksin og børn upp.

Í góðveðrinum í gjárkvøldið hevði tilbúgvingin í Eysturkommunu venjing saman við bygdafólkinum.

 

Venjingin var Undir Gøtueiði, og her møttu eini 30 vaksin og børn upp.

 

Fólk sluppu at royna at sløkkja eld við teppi, pulvursløkkjara og loki, og eisini børnini luttóku íðin.

 

Tá sjálvt átakið var liðugt, fingu fólk grillaðar pylsur, sodavatn, te og kaffi.

 

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu - eysturkommuna.fo - síggjast fleiri myndir frá tiltakinum Undir Gøtueiði.

 

##med2##