Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.08.2017 (12:30)

Tiltikin býur í Japan vil knýta bond við Klaksvík

– Vit hava ongar ætlanir um at verða vinabýur við Taiji í Japan.

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

 

Klaksvíkar býráð hevur fingið eitt uppskot frá Taiji í Japan um at teir báðir býirnir skulu verða vinabýir. Samstundis hava umboð fyri býin spurt um tey ikki kunnu koma ein túr til Klaksvíkar at vitja.

 

– Vit hava víst vanligt, føroyskt gestablídni og hava sagt, at teir eru vælkomin, sigur borgarstjórin í Klaksvík.

 

Og úrslitið er, at í aðru viku koma umboð fyri japanska býin til Klaksvíkar at vitja.

 

Taiji er ein lítil býur, har býr einans 3500 fólk og hann er sostatt eisini minni enn Klaksvík. Men hóast hann er so lítil, er hann kortini ein av kendastu býum í Japan og tað er tí at tey gera nógv burtur úr at veiða springara. Tað er ein veiða, sum er enn meiri umstrídd enn okkara egna grindadráp og sum ymsir umhvørvisfelagsskapir hava lagt stóra orku í at varpa ljós á fyri umheiminum.

 

Eisini er ein heimskendur heimildarfilmur, The Cove, gjørdur um hesa veiðina og tann filmurin hevur fingið nógvar virðislønir. Hann fekk eisini Oscar virðislønina fyri at vera besti heimildarfilmurin í 2010.

 

Hóast Klaksvíkar Býráð hevur bjóðað umboðum fyri Taiji vælkomnum til Klaksvíkar, leggur Jógvan Skorheim dent á, at tey hava ikki svarað japanesarunum upp á umsóknina um vinabýarsamstarv.

 

– Japan er ein stórur marknaður fyri føroyskar fiskavørur og í roynd og veru kundi tað verið gagnligt fyri vinnulívið í Klaksvík at havt ein vinabý í Japan. Men Taiji er so lítil býur, at eg dugi ikki at síggja nakað gagn í einum vinabýarsamstarvi við hann, sigur borgarstjórin í Klaksvík.

 

Tá ið vit spyrja hann um tað er springaraveiðan hjá teimum í Taiji, sum fær klaksvíngar at ivast, sigur hann, at hann leggur seg ikki út í, hvussu onnur liva.

 

– Eg veit, at talan er um ein umstríddan bý. Men talan er um ógvuliga lítlan bý og vit duga ikki, hvussu eitt slíkt vinabýarsamstarv fer at gagna okkum í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim.

 

– Har er neyvan nakar marknaður fyri føroyskar fiskavørur, leggur hann afturat.

 

– Men tá ið tey koma hendavegin skulu tey vera vælkomin, og vit ætla eisini at vísa teimum vanligt, føroyskt gestablídni, og meiri liggur ikki í hesum, leggur borgarstjórin afturat.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her