Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 09.08.2018 (20:45)

Time Out byrjar aftur í næstum

Sinnisbati hevur tey seinasta tvey árini skipað fyri avvarðandibólkum fyri børnum og ungum, sum eru avvarðandi at fólki við sálarsjúku.

 

 

Vit hava nú skipað fyri trimum avvarðandi bólkum, afturmeldingarnar frá teimum, ið hava verið i bólki, eru sera góðar. Bólkarn​i​r verð​a​ stuðla​ðir​ av tve​imum​ fakfólk​um, sum hava serkun​n​leika innan økið, skrivar Sinnisbati í tíðindaskrivi.

 

Um mamman ella pápin hava sálarsjúku, kann tað verða trupult at vera barn, og tað kann eisini verða torført at tosa við vinfólk ella familjun um tað. Somuleiðis kann tað vera ringt at vera systkin at einum, sum hevur sálarligar avbjóðingar, tí hetta ofta fyllir nógv hjá allari familjuni.

 

 

 

Tilboðið hjá Sinnisbata er eitt "hvílirúm" hjá børnum og ungum, har tey fáa eitt stað, har tað ber til at tosa við onnur í líknandi støðum, og saman við stuðlandi fakfólkum. Tilboðið eitur "Time Out", tí hetta er staðið, har tey ungu kunnu siga "time out" frá gerandisdegnum og slappa av, tosa um tingini, deila royndir, men eisini eitt stað, har tey kunnu hava tað stuttligt saman og hugna sær.

 

 

 

Vit ynskja at so nógv fólk sum møguligt fáa kunning um "Time Out", so tey, sum hava hug og tørv á tí, kunnu fáa eitt pláss í fyrsta bólkinum, sum byrjar mikudagin 21. september kl. 16-18 í hølunum hjá Sinnisbata. Har eru avmarkað pláss í bólkinum, so tilmelding fer fram eftir "først til mølle"-prinsippinum, sigur Sinnsbati í skrivinum.



Freistin at melda til er 15. august!



Til ber at lesa meira um tilboðið, og melda seg til umvegis tilmeldingarskjali​ð​ á heimasíðuni hjá Sinnisbata, sinnisbati.fo/taenastur/sjalvhjalparbolkar-fyri-avvardandi/time-out/.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her