– Men føroysk tingfólk skulu hava stóra lønarhækkin aftur fyri at lata frá sær fyrimunarligu tænastumannapensjónina
Sambært tilmælinum um samsýning og eftirløn til løgtingslimir, sum ein uttanhýsisnevnd hevur gjørt fyri løgtingsformannin, verður lønin hjá føroyskum løgtingsfólkum samanborin við lønirnar hjá starvsfeløgum í grannalondum.
Hetta yvirlit vísir, at tingfólk í Noreg eru tey, sum tjena mest. Tey fáa 58.465 krónur í løn um mánaðin. Lønin hjá føroyskum tingfólkum er 20.000 kr lægri, tá vit ikki telja við skattafrí ískoyti og ferðapengar.
Tingfólk í Danmark tjena 54.108 kr um mánaðin í beinleiðis løn uttan ískoyti.
Tingfólk í Grønlandi eru tey, sum tjena minst. Tey fáa 36.249 krónur um mánaðin í grundløn uttan ískoyti.
Tað er eitt sindur ymiskt, hvørji ískoyti tingfólk í ymsu londunum hava. Tey síggjast í álitinum, sum er at finna á heimasíðuni hjá Løgtinginum, trýst her
Nendin mælir til, at lønin hjá tingfólki hækkar úr 38.585 kr um mánaðin til 44.147 krónur um mánaðin. Samstundis skal tænastumannaeftirlønin fella burtur, og tey fáa eitt pensjónsinngjald, sum svarar til 15 prosent av lønini.
Sambært uppskotinum skal nýggja skipanin koma í gildi eftir næsta løgtingsval og vera galdandi fyri tey tingfólk, sum fyrstu ferð verða vald tá.
Sleiðis er grundlønin hjá tingfólkum og løgtingsformanni/kvinnu í Noreg, Danmark, Føroyum og Grønlandi:
| tingfólk | formaður/kvinna |
Noreg | 58465 | 102710 |
Danmark | 54108 | 121518 |
Føroyar | 38585 | 80780 |
Grønland | 36249 | 53253 |