Leita á in.fo

Jóannes Hansen 05.06.2016 (09:31)

Tingmaður er nú venjari í Effo-deildini

Tað verður ein nýggjur maður á beinkinum, tá ið NSÍ seinnapartin fer á norðoyastevnu at dystast við klaksvíkingar um stig og betri støðu í toppinum í Effo-deildini.

 

Talan er um javnaðartingmannin Djóna Nolsøe Joensen, sum nú er hjálparvenjari já NSÍ. Hann hevur avloyst Harry Knudsen, sum ikki hevur umstøður at halda fram.

 

-Avgerðin var skjót at taka, tá ið eg fekk áheitan frá barndómsfelagnum um at geva mítt íkast til nýggja ættarliðið í felagnum. Síðani eg fór úr NSÍ í 2002 havi eg borið upp á dreym um at venda aftur til felagið í onkrum leikluti. Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at teir, sum áður hava spælt, taka eitt tørn fyri felagið, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

 

Hvør er tín leiklutur?

-At eggja teimum at leggja uppaftur meiri í royndina at vinna. Hópurin er ógvuliga spennandi við einari rúgvu av envaríkum spælarum, og fleiri eru á veg.

 

Djóni Nolsøe Joensen var síðsta mánakvøld fyri fyrstu ferð við Løkin í nýggja leiklutinum. Hann heldur ikki, at hetta fer at ganga út yvir arbeiðið sum tingmaður:

-Tað er summarfrí frá sjálvum tingarbeiðnum, hóast annað politiskt arbeiði er á skránni. Venjarin, Anders Gerber, ynskti at fáa ein royndan og fyrrverandi spælara við NSÍ dna í blóðinum at sparra við. Hetta kundi ikki passað betri, og avtalan er gjørd fyri restina av hesum kappingarárinum, sigur Djóni Nolsøe Joensen, sum nú er hjálparvenjari hjá NSÍ.

 

Hvussu fer at ganga ídag?

-Tað valdast ikki minst um hugburðin. Um allir leggja alt tað, teir eru mentir, í, og liðavrikið verður skilagott, og allir harvið eftir dystarlok kunnu hyggja í speglið og vita, at teir hava avrikað tað, sum tað bar til, so vænti eg, at tað fer at bera heilt langt, sigur javnaðartingmaðurin Djóni Nolsøe Joensen, sum nú er hjálparvenjari í barndómsfelagnum NSÍ.

 

Í síni tíð var Djóni miðvallari við góðum hugburði á besta NSÍ liðnum 1991-1995 og aftur 2000-2002. Hetta síðsta árið eydnaðist tað Djóna og liðfeløgunum at vinna løgmanssteypið. Hann umboðaði eisini B36, sum hann í 1997 var við til at vinna FM við. Sambært faroesoccer spældi Djóni Nolsøe Joensen 134 dystir í Effo-deildini, 53 í steypakappingini og fýra í Intertoto Cup. Hann spældi sjey ferðir á landsliðnum.

 

Djóni er útbúgvin venjari og var, nú hann tók av avbjóðingini í NSÍ, venjari hjá B36 dreingjum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her