Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 18.09.2017 (13:50)

Tingmaður noktar at arbeiða í tingnevnd

Løgtingsmaðurin og formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Jógvan Skorheim, sum eisini er borgarstjóri í Klaksvík, noktar at arbeiða í landsstýrismálanevndini, sum hann er valdur í.


Í sambandi við kæruna um Høgna Hoydal, sum Bjørn Kalsø, tingmaður, hevur sent nevndini, vil Jógvan Skorheim ikki gera nakra niðurstøðu.


Nevndin skrivar bara, at minnilutin, Jógvan Skorheim, vildi ikki taka eina støðu í málinum, tí eftir hansara sannføring, so hevur landsstýrismálanevndin ikki tær neyðugu heimildirnar fyri at viðgera innkomin mál á fullgóðan og álitisvekjandi hátt.

 

Tí vil hann ikki gera eina niðurstøðu í hesum máli ella í øðrum málum framyvir.



Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her